- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Kjak um arbeiðsmarknaðin

Skattafrádráttur til ávísar fakbólkar - 50 milliónir kr. til at lyfta fakbólkar - styttri arbeiðsvika - veruligar, og ikki frammanundan fastlæstar, sáttmálasamráðingar.
Síðstu dagarnar hava vit hoyrt fleiri boð uppá, hvussu loysast kann upp á fastlæsta, almenna arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at arbeiðsmegi fæst til tey øki, har tørvurin er størstur.
Finst nøkur løtt loysn? Finst nøkur loysn yvirhøvur?
Í Breddanum í dag verður eitt breitt kjak um arbeiðsmarknaðin.
Við kjakborðið vera:
Óluva í Gong, forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkkinum
Aksel V. Johannesen, formaður i Javnaðarflokkinum
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, Fróðskaparsetur Føroya
Breddin í útvarpinum klokkan 10.

























