Umrøða nú aftur kirkjubygging á Argjum

Umrøða nú aftur kirkjubygging á Argjum
Í gjár var kunnandi fundur um ætlanina, har tey, sum hava mótmælt staðsetingini, eisini vóru við
Soleiðis fer nýggja kirkjan á Argjum at síggja út.
Mynd: Koma.fo  
 
17.03.2022 - 15:27

Byggi- og býarskipanarnevndin í Tórshavnar kommunu fer nú í nakrar dagar at umrøða ætlaðu kirkjuna, sum skal byggjast á Argjum.

Nevndin skipaði í gjár fyri einum fundi um kirkjuna, har býráðslimir vóru kunnaðir um ætlanina við kirkjuni, og eisini vóru býráðslimir kunnaðir av teimum, sum hava mótmælt staðsetingini av kirkjuni.

Kirkjan skal byggjast oman ímóti Sandá, og fólk, sum hava mótmælt, vilja vera við, at ov nógv av fríøkinum fram við Sandá fer til kirkjuna, og at hon tí eigur at verða staðsett aðrastaðni, ella øðrvísi enn ætlanin er nú.

Avgreiða málið skjótt

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at talan var um ein kunnandi fund í gjár, har bæði bygginevndin og umboð fyri tey, sum mótmæla, løgdu síni sjónarmið fyri nevndina.

Býráðið fer nú at umrøða ynskini, sum eru, áðrenn støða verður tikin. Ætlanin er at avgreiða málið skjótt, sigur Tróndur Sigurðsson.

Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini sigur, at bygginevndin, sum stendur fyri at byggja nýggja kirkju á Argjum, hevur fingið øll neyðug loyvi, bæði frá friðingarmyndugleikunum og frá býráðnum, at fara undir at byggja nýggju kirkjuna á Argjum.

 

Økið við Sandá, har ætlanin er at byggja nýggju kirkjuna. (Mynd: Koma.fo)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489