Andstøðan: Kortanei til samhandil við Russland

Andstøðan: Kortanei til samhandil við Russland
Andstøðuleiðararnir vilja ikki hava samhandil við Russland
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.03.2022 - 17:25

Eiga Føroyar at hava nakað handilssamband við Russland?

Kortanei, siga andstøðuleiðararnir á løgtingi. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri hava boðað frá, at Føroyar eiga at gevast við samhandlinum við Russland, og Framsókn hellir sama veg.

Orsøkin er sum vera man kríggið í Ukraina, sum í dag fer inn í sína sættu viku.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at Føroyar eiga at steðga øllum útflutningi til Russlands og ikki bíða eftir, hvat londini rundan um okkum gera. 

- Hetta svarar til 25 prosent av okkara útflutningi, sum er øgiliga nógv samanborið við onnur lond, men tað er tað rætta at gera og hevði eisini givið hinum londunum nakað at hugsa um, sigur Høgni Hoydal í stuttari viðmerking.

Hann heldur, at løgtingið skjótast gjørligt eigur at taka støðuna at steðga handilssamstarvinum við Russland.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vísir á, at Javnaðarflokkurin hevur boðað greitt frá, at handilssamstarvið við Russland eigur at steðga alt fyri eitt. Og Sjálvstýri boðaði sum fyrsti politiski flokkur frá, at Føroyar eiga at standa saman við Ukraina og seta tiltøk í verk móti Russlandi. Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, sigur við útvarpið, at leiðslan í landinum nú eigur at taka støðu til, hvat skal gerast. 

- Tað er einki dámligt at síggja russisk skip í føroyskum havnum, sigur Sámal Petur í Grund, sum vísir á, at tað eisini eru fiskiveiðuavtalur at taka støðu til, men hann heldur ikki, at ein handilsstongsul hevði ávirkað tær avtalurnar stórvegis.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sigur, at hon hellir ímóti at steðga øllum handilssamstarvi við Russland, men hon vísir á, at politiska viðgerðin av hesum eisini manglar her heima. 

Samgongan sær málið øðrvísi

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, vísir á, at Føroyar sum partur av Vesturheiminum fylgja eitt nú NATO og ES í teirra tiltøkum móti Russlandi, men at tað eisini eru umráði, sum hava serligan týdning fyri føroyska samfelagið. Eitt av hesum er fiskivinnusamstarvið, sum krevur eina longri viðgerð, áðrenn støða kann takast til, hvat skal gerast við tað, sigur Christian Andreasen.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og landsstýrismaður við uttanríkismálum, sigur, at støðan hjá landsstýrinum framvegis er tann, at sanksjónir skulu gerast, men at Føroyar ikki fara at ganga undan. 

- Vit hyggja eftir, hvat onnur lond gera - ES, Noreg og Bretland millum annað - og eingin av teimum hevur steðgað nøkrum samhandli, tá tað snýr seg um matvørur, sigur Jenis av Rana við útvarpið í dag.

Tað var 24. februar, at Russland gjørdi innrás í Ukraina. Síðani tá hava harðir bardagar verið í landinum, og fýra milliónir fólk eru flýdd úr Ukraina.

Sambært ST eru meir enn 3.000 sivil fólk deyð í stríðnum í Ukraina seinastu fimm vikurnar. Og sambært NATO eru millum 7.000 og 15.000 russisk herfólk fallin í stríðnum. Fyri einari viku síðani segði ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky, at 1.300 ukrainsk herfólk hava latið lív, men hetta talið er ikki váttað av álítandi keldum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887