Kaldir og heitir hyljar uttan fyri svimjihøllina

Kaldir og heitir hyljar uttan fyri svimjihøllina
Umhvørvisstovan hevur góðkent útbyggingina av svimjihøllini í Gundadali
Svimjihøllin í Gundadali.
 
17.03.2025 - 15:56

Bæði tann heiti og tann kaldi hylurin uttan fyri svimjihøllina í Gundadali verða eftir ætlan tiknir í nýtslu seinni í hesi vikuni.

Tað sigur Eyðun Húsgaarð, leiðari í svimjihøllini í Gundadali í Havn.

Umhvørvisstovan hevur annars í dag góðkent útbyggingina av svimjihøllini í Gundadali.

 

 

Fimm hyljar

Útbyggingin fevnir um teir fimm nýggju hyljarnar: langhylin, vatnvenjingarhylin, heita hylin, kalda hylin og gosbaðið. Hvør hylur hevur sína egnu reinsiskipan, sum tryggjar gott vatn hjá brúkarunum.

Góðkenningin setur krøv til vatngóðsku, reinsiskipanir, goymslu og nýtslu av kemikalium, umframt regluligt eftirlit, soleiðis at heilsufrøðiliga støðan er í lagi.

Tórshavnar kommuna eigur og rekur svimjihøllina, og Umhvørvisstovan hevur eftirlit við hyljunum fyri at tryggja, at krøvini í góðkenningini verða fylgd.

Gomlu hyljarnir í svimjihøllini í Gundadali eru ikki góðkendir, men Eyðun Húsgarð sigur, at arbeitt verður við at fáa tað gjørt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203