Svøríki eigur kanna fyrimunir vansar við Nato-limaskapi

Svøríki eigur kanna fyrimunir vansar við Nato-limaskapi
Svenski forsætisráðharrin sigur, at tá trygdarpolitisku viðurskiftini broytast, er neyðugt at umhugsa støðuna av nýggjum
Magdalena Andersson er forsætisráðharri í Svøríki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.03.2022 - 09:42

Broyttu trygdarviðurskifitini hava við sær, at Svøríki eigur at kanna fyrimunir og vansar við Nato-limaskapi.

Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson í samrøðu við svenska sjónvarpið, SVT.

- Eg vísi ikki aftur, at Svøríki kann gerast limur í NATO, sigur hon.

Eftir at kríggj brast á í Ukraina, er neyðugt hjá svensku stjornini at umhugsa trygdarstøðuna av nýggjum.

- Tað er eyðsæð, at uttanveltaða støðan hjá Svøríki hevur verið góð, og hevur sloppið landinum undan kreppustøðum, men tá trygdarpolittisku viðurskiftini broytast, er neyðugt at umhugsa støðuna av nýggjum, sigur hon:
 

1518656

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Mikudag 18. november
Heilsuhornið
216597
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470