300 lík funnin uttan fyri Kyiv

bannari
300 lík funnin uttan fyri Kyiv
Ukrainski uttanríkisráðharrin sigur, at talan er um fólkadráp, sum russiski forsetin hevur ábyrgdina av. Hann vil hava altjóða revsidómstólin upp í málið
Lík eru funnin í gøtunum í býnum Butsja uttan fyri Kyiv, eftir at ukrainskar deildir hava tikið høvuðsstaðin aftur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.04.2022 - 15:26

Umleið 300 sivilfólk eru funnin deyð í Butsja, uttan fyri høvuðsstaðin Kyiv, nú ukrainskar deildir hava tikið høvuðsstaðin og Kyiv-landspartin aftur frá russum.

Lík eru funnin í gøtunum, og borgarstjórin í Butsja sigur, at umleið 300 fólk eru jarðað í hópgravir.

Vitalij Klitsjko, borgarstjóri í Kyiv, sigur, at tað, sum er hent í Butsja og øðrum forstøðum uttan fyri Kyiv, er fólkamorð.

- Hetta eru ræðuligar krígsbrotsgerðir, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur ábyrgdina av, sigur hann.

Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba, sigur, at hópdrápið í Butsja var framt við vilja.

 

Vil hava altjóða revsidómstólin uppí

- Endamálið hjá russum var beina fyri so nógvum ukrainum sum til bar. Vit mugu steðga teimum og reka teir av landinum. Eg krevji, at G7-londini seta strangari tiltøk í verk móti Russlandi, sigur hann.

Reuters skrivar, at hann hevur sent ein fyrispurning til altjóða revsidómstólin í Haag um at kanna málið.

Tíðindastovan skrivar, at fleiri av dripnu sivilfólkunum høvdu verið til handils, ella vóru á súkklu, og eingin teirra var í hermannabúna, tá russar søktu at teimum.

 

Dmytro Kuleba, ukrainskur uttanríkisráðharri.

 

Skulu dragast til svars

Bretski uttanríkisráðharrin, Liz Truss, sigur, at hon er skelkað av tí, sum er hent í Butsja. 

- Vit royna saman við øðrum londum at savna prógv, og vit taka undir við, at altjóða revsidómstólurin kannar málið. Tey, sum hava ábyrgdina, skulu dragast til svars, sigur hon.

Forsetin í ES, Charles Michel, fordømir eisini hópdrápini Butsja. Hann sigur, at ES tekur undir við Ukraina og øðrum, sum royna at savna prógv, ið kunnu brúkast í altjóðadómstólum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514