ÍF Føroyar vann sælandsmeistaraheitið í fimleiki

ÍF Føroyar vann sælandsmeistaraheitið í fimleiki
Fimleikaliðið hjá føroyska ítróttarfelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, vann um vikuskiftið sælendska meistaraheitið í estetiskum fimleiki
Team Nordik hjá ÍF Føroyum vann gull í sælendska meistaraheitinum
Mynd: ÍF Føroyar  
 
04.04.2022 - 18:23

Fyri fyrstu ferð síðan 2014 hevur fimleikalið hjá ÍF Føroyum vunnið gull.

Tað hendi til sælendska meistaraheitið um vikuskiftið. 

Føroyska liðið, Team Nordik, kappaðist í bólkinum, senior fri, ið er fyri liðini, sum kappast uttan amboð, tvs. bert í estetiskum fimleiki.

 - Í ár eru vit sera væl mannaðar, og hava fingið nógvar dugnaligar fimleikarar afturat teimum, sum longu vóru á liðnum, siga umboð fyri føroyska liðið og leggja afturat, at tær ikki hava kappast síðan 2020 orsakað av koronu, og tí vórðu sera bilsnar av góða úrslitinum.

Team Hera, sum er einasta liðið við kvinnum, sum hevur kappast í estetisku fimleikakappingunum í Føroyum í vetur, var eisini við í kappingini. Tær fingu betur karakter enn Team Nordik, men av tí, at tær vóru gestir, kundu tær ikki vinna kappingina.

 - Nú eru vit longu farnar at fyrireika okkum til DM í estiskum fimleiki, ið verður síðst í mai, og har vænta vit okkum størri og meira javna kapping, so vit hava nógv at arbeiða við, men gullmedaljan um hálsin er ein framúr motivatión, sigur Team Nordik. 

Team Nordik vann kappingina við 15.25 stigum frammanfyri Team Octavia, sum fekk 15.13 stig. Team Hera fekk 17.22 stig.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375

Meira um sama evni