Familjuískoyti vrakað

Familjuískoyti vrakað
Í dag vrakaði Løgtingið eitt andstøðuuppskot um at geva fíggjarliga sperdum familjum ein styrk. Landsstýrið fer møguliga at koma við onkrum líknandi í heyst
10.09.2026 - 19:24

Løgtingið hevði í dag øðru viðgerð av einum andstøðuuppskoti um at broyta lógina um familjuískoyti.

Endamálið er at veita fíggjarliga sperdum húskjum, sum eru hart rakt av hækkandi orkuprísum í ár, ein styrk í hesum árinum. Tað eru Tjóðveldi og Sjálvstýri, sum eiga uppskotið. Bjørg Brynhildardóttir Egholm er uppskotssetari og framsøgufólk fyri minnilutan í Trivnaðarnevndini, og hon greiðir frá um uppskotið.

-Sjálv haldi eg, at tað er nokkso hjartaskerandi, tá mann t.d. lesur barnaverkætlanina, har sum mann hoyrir um børn, sum liva í køldum rúmum, ella hava tóm køliskáp, ella ikki kunnu fara har, sum vinfólkini fara. Vit halda ikki, at mann kann sita hendur í favn, og ikki royna at hjálpa teimum, sum eru ringast fyri.

Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið. Grímur Sundstein er formaður í Trivnaðarnevndini og framsøgufólk fyri meirilutan, og hann greiðir soleiðis frá.

-Tað gera vit, tí at vit halda ikki, at hetta her er ein haldbær loysn, við at mann á hvørjumn ári politiskt skal koma við hjálparpakkum. Vit vilja heldur fara inn at hyggja eftir eini meiri varandi loysn.

Samgongan kemur kanska við onkrum í heyst
Í vár kom landsstýrið við einari tíðaravmarkaðari MVG-frítøku av bensini og dieseli, sum nú er farin úr gildi. Tað var júst fyri at lækka um hjá fólki, tí orkuprísirnir vóru óvanliga høgir.

Og tað er gjørligt, at samgongan fer at gera okkurt aftur. Í meirilutaálitinum til hetta uppskotið verður sagt, at "Landsstýrið fylgir neyvt við støðuni í samfelagnum, og um prísirnir á olju aftur hækka, og støðan gerst varandi, fer landsstýrið í heyst at taka støðu til um at veita hjálp til teirra, sum eru fíggjarliga sperd.

Formaðurin í Trivnaðarnevndini vil tó ikki siga nakað um, júst hvat ið landsstýrið møguliga arbeiðir við. Tað, sum landsstýrið arbeiðir við, tað kemur so frá landsstýrinum, tá ið tíðin er røtt, og tað mást tú spyrja landsstýrismannin í fíggjarmálum um, sigur Grímur Sundstein.

Tá ið kom til stykkis, stóð samgongan saman, og feldi uppskotið.

Sí innslag úr Degi og viku.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andaktin
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308