Ósemja um svartkjaft kann fáa avleiðingar fyri fóðurframleiðsluna

Ósemja um svartkjaft kann fáa avleiðingar fyri fóðurframleiðsluna
Um fiskiskapurin eftir svartkjafti missir burðardygga góðkenningina í oktober, kann Havsbrún verða noytt at brúka aðrar rávørur í fóðurframleiðsluni.
10.09.2026 - 19:23

Strandarlondini hava ikki fingið semju um, hvussu fiskiskapurin eftir svartkjafti skal býtast. Tí kann fiskiskapurin missa burðardygga góðkenningina, tá hon gongur út í oktober, hóast svartkjaftastovnurin hevur tað gott.

Tað kann fáa avleiðingar fyri Havsbrún, tí svartkjaftur er ein týðandi rávøra í fóðurframleiðsluni hjá fyritøkuni. Um góðkenningin dettur burtur, kann Havsbrún ikki longur brúka svartkjaftin sum burðardygga góðkenda rávøru og kann tí verða noytt at finna aðrar loysnir.

Aðrar rávørur kunnu brúkast í staðin, men tær hava ikki neyðturviliga somu eginleikar, og tað kann ávirka góðskuna á fóðrinum.

Havsbrún hevur fyrireikað seg upp á, at góðkenningin kann detta burtur. Fyritøkan hevur framleitt frammanundan og hevur tí vøru á goymslu, um støðan broytist í næsta mánað.

Samstundis arbeiða evropeiskir framleiðarar av fiskamjøli, lýsi og fóðri við at seta á stovn eina aðra góðkenning. Endamálið er at fáa eina skipan, sum í størri mun tekur støðið í, hvussu sjálvur fiskastovnurin hevur tað, og ikki bara í, um strandarlondini hava fingið semju um býtið av fiskiskapinum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040