Stendur á jøvnum millum reyða og bláa veingin í Noregi

Stendur á jøvnum millum reyða og bláa veingin í Noregi
Hevði stórtingsval verið nú, hevði reyði vongurin fingið 85 tingsessir og borgarligi vongurin 84 sessir.
Jonas Gahr Støre og Erna Solberg. Tey rógva borð um borð í nýggjari veljarakanning.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.04.2022 - 15:10

Í heyst tók Jonas Gahr Støre við sum norskur forsætisráðharri, eftir at reyði vongurin í stórtinginum fekk 100 umboð, meðan borgarligi vongurin fekk 68 umboð.

Nú er vent í holuni, og eftir sjey mánaðum stendur mestsum á jøvnum ímillum veingirnar.

Hevði stórtingsval verið nú, hevði reyði vongurin fingið 85 tingsessir og borgarligi vongurin 84. Heilt lítil broyting skal til aftrat, so borgarligi vongurin aftur fær meiriluta, vísir kanningin.

Tað er Response Analyse, sum hevur gjørt kanningina, og sambært Thore Gaard Olaussen, sum stóð fyri kanningini, so sigur hann seg ikki minnast so stóra afturgongd hjá eini samgongu eftir so stuttari tíð, skrivar NRK.

 

Langt til val

Erna Solberg var um vikuskiftið vald aftur sum forkvinna í Høgraflokkinum í eitt ár. Hon fegnast um framgongdina, sum flokkurin fær. Hann verður væl størri enn Arbeiðaraflokkurin, men hon minnir á, at enn er langt til næsta stórtingsval.

Erna Solberg boðaði í gjárkvøldið frá, at Høgriflokkurin tekur undir við kreppupakkanum hjá stjórnini, sum er uppá 14,4 milliardir kr. M.a. skulu nógv fleiri pengar játtast til verjuna. Tað verður mett neyðugt eftir russisku innrásina í Ukraina.

Erna Solberg vísir á, at fólk kenna seg ótrygg. Eitt er kríggið í Ukraina, men hækkandi prísir, bæði á mati og orku, og hækkandi renta, órógva eisini fólk nógv, sigur hon. Støðan má takast í størsta álvara, sigur Erna Solberg.

 

Støðan ivasom

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, sigur, at Arbeiðaraflokkurin alla tíðina roynir at virka fyri tí besta hjá fólkinum. Hann viðgongur, at støðan er ivasom av krígnum í Ukraina, og fólk í túsundatali flýggja.

- Noreg verður noytt til at taka ímóti nógvum flóttafólkum eftir stuttari tíð, og tað sáar iva ímillum fólk og ger tey ótrygg. Men vit eru noydd at taka ábyrgd, sigur Jonas Gahr Støre.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659