Enn sæst einki tekin til nakað hotell í Klaksvík

Enn sæst einki tekin til nakað hotell í Klaksvík
Hóast nú eru farin meira enn hálvtannað ár, síðani íløgufelagið Víkin, sum skal byggja hotell í Klaksvík, varð stovnað, er spakin ikki settur í enn
Tað er í hesum økinum av miðbýarætlanin fyri Klaksvík, at ætlanin er at bygga eitt hotell fyri 110 mió. kr.
 
12.04.2022 - 07:54

14 partafeløg og smápartafølag í Klaksvík og eitt felag á Sandi stovnaðu Víkina 1.september í 2020.

Ætlaninn varl byggja hotell í Klaksvík, sum skal hava 80 kømur, og skal liggja í miðbýnum í Klaksvík, á útfyllingini í sjónum. 

Hotellið er teknað, men enn er spakin ikki settur í enn.

 

110 mió. kr. 

Fyrst í 2020 varð roknað við, at hotellið fór at kosta 110 mió. kr.

Men tað var ein varislig meting.

Í miðbýarætlanini fyri Klaksvík, sum var gjørd í 2015, er eitt hotell.

 

>>SÍ MIÐBÝARÆTLANINA FYRI KLAKSVÍK

>>SÍ LÝSING AV MIÐBÝARÆTLAN Á KLAKSVIK.FO

 

Felagið er virkið

Víkin er kortini ikki eitt deytt felag.

Í gjár var kunngjørt, at Karl Birgir Ziska Isaksen er komin í nevndina.

Árni Skaale fór úr nevndini, tá hann bleiv landsstýrismaður.

Partapeningurin í Víkini er 50.000 kr. 

Endamál felagsins er at fremja íløguvirksemi og í tí sambandi eiga ognarpartar og partabrøv í øðrum feløgum, umframt annað virksemi í hesum sambandi

  


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751