Nú kann farast undir heimið í Reynstúni

Nú kann farast undir heimið í Reynstúni
Løgtingið hevur endaliga samtykt verklagslógina um heim til fólk við menningartarni og fjølbreki
Gongst sum ætlað, verður nýggja heimið í Reynstúni liðugt næsta ár.
Mynd: Landsverk  
 
29.04.2022 - 13:20

Nú kann farast undir heimið til fólk við menningartarni og fjølbreki, sum skal byggjast í Reynstúni á Argjum.

Løgtingið samtykti í dag endaliga verklagslógina, og hon var einmælt samtykt.

18 íbúðir verða bygdir til endamálið.

Arbeiðið byrjar skjótast gjørligt, og gongst sum ætlað, stendur heimið í Reynstúni liðugt næsta ár, sigur Almannamálaráðið.

 

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.

 

54 mió. kr.

Kostnaðurin verður mett til 54 milliónir kr.

Sambýlið er í fyrstu syftu ætlað búfólkunum á Eirargarði. Tá byggingin í Reynstúni er liðug, verður støða tikin til, hvat Eirargarður skal brúkast til.

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður, sigur, at politiska skipanin eigur at arbeiða fyri, at bygningar, ið eru bygdir til endamálið, koma í staðin fyri gomlu og smáu stovnarnar, tí tørvurin veksur støðugt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026