Super sjarmerandi Dania hugtók 

Super sjarmerandi Dania hugtók 
SEMENT22: Næsti finaluluttakarin í Sement var Dania O. Tausen, ið hugtók við sínum væl skrivaðu sangum og tekstum, men ikki minst við síni super sjarmerandi framførslu
Dania O. Tausen bergtók og hugtók við sínum sera persónligu sangum og sjarmerandi framførslu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2022 - 21:03

Støðið í Sement-finaluni í ár er tað hægsta nakrantíð, tí næst á pallin í kvøld var Dania O. Tausen. Áðrenn Dania gjørdist heimskend í Føroyum, tá hon var høvuðspersónur í sera sannførandi heimildarfilminum "Skál", so var hon fyrst og fremst ein dugnalig sangarinna.

Dania hevur altíð helt yvir móti jazzinum, og tað ger hon onkursvegna enn. Men til Sement í ár, so hevur Dania víst eina meira popputa síðu. Tónleikurin er sera persónligur fyri Daniu, ið gevur nógv.  

Kringsett av einum sera væl spælandi bólki, so var framførslan hjá Daniu sera sannførandi og sjarmerandi. Hennara gerandiseygleiðingar hugtóku eyðsæð fólk. Sum nakað serligt, so hevði Dania tvær kvinnur í bólkinum, ið spældu trummur og bass, og tað er sum lundi á jólanátt at síggja tað í Føroyum. 

Serliga sangurin, ið snúði seg um, hvussu tvey, ið vóru blivu góð, skuldu leiðast, var góður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329