Tjóðveldi: hjálparpakki til vanlig fólk

Tjóðveldi: hjálparpakki til vanlig fólk
Løgtingið eigur at hjálpa pensjónistum, lág- og miðalløntum og geva Bústøðum fleiri heimildir
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis.
 
30.04.2022 - 12:05

Vit mugu gera ein hjálparpakka til vanlig fólk.

Tað segði Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, í frágreiðing sínari á flokstinginum í Fuglafirði.

Hann segði, at brennistuðulin til pensjónistar eigur at hækka, tey lægst løntu eiga at fáa meira í løn, familjur í fátækraváða eiga at fáa størri familjuískoyti og fyritíðarpensjónirnar eiga at hækka.

Eitt annað uppskot hjá Tjóðveldi er, at vit í eina tíð loyva, at hjá lágløntum og miðalløntum kann partur av kravdu pensjónsuppsparingini latast sum løn. Vansin av hesum fyri tann einstaka kann seinni javnast.

Og Bústaðir skulu alt fyri eitt fáa loyvi til at byggja bíligari lutaíbúðir, ognaríbúðir, leiguíbúðir, lestraríbúðir og lærlingaíbúðir.

Bústaðir skulu eisini fáa loyvi til geva fólki stuðul til at byggja hús, segði Høgni Hoydal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650