Partrolararnir smáligt fiskarí

Partrolararnir smáligt fiskarí
Útróðrarbátarnir fáa heldur ikki nógv, skrivar Fiskamarknaðurin
 
02.05.2022 - 09:32

Partrolararnir hava framvegis smáligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.

Fimm pør eru úti, og tvey pør fiska gulllaks.

Tvey ísfiskalínuskip eru úti. Eisini tey hava smáligt fiskarí. Seks frystilínuskip eru við Eysturgrønland, og tvey eru undir Føroyum.

Um útróður verður sagt, at streymurin batnar, sum vikan gongur, og veðrið verður brúkiligt. Útróðrarbátarnir fáa heldur ikki nógv, skrivar Fiskamarknaðurin.

Ein djúpvatnstrolari fiskar kongafisk. Tveir trolbátar fiska tosk, hýsu og flatfisk. 

Í gjár kundu trolbátarnir fara á landleiðina at royna.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Hjá teimum er fiskaríið brúkiligt, skrivar Fiskamarknaðurin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025