Erla Kongsdóttir heldur fram á Nólsoyarleiðini

Erla Kongsdóttir heldur fram á Nólsoyarleiðini
Ternan fer at sigla fyri Teistan um Skopunarfjørð, og Hasfjord fer at sigla hvønn dag
Erla Kongsdóttir heldur fram á Nólsoyarleiðini, til Ternan verður tøl aftur, umleið 1. juni.
 
06.05.2022 - 08:25

Mánadagin fer Ternan at sigla fyri Teistan á Sandoyarleiðini.

Teistin verður á beding til 1.juni, siga Strandfaraskip landsins.

Erla Kongsdóttir siglir á Nólsoyarleiðini, til Ternan er tøk aftur.

Hasfjord, sum bleiv í ólagi á Gomlurætt seinnapartin í gjár, kom á Havnina klokkan hálvgum átta í gjárkvøldið.

Meðan Ternan hevur Sandoyarleiðina, skal Hasfjord sigla hvønn dag í staðin fyri fýra dagar um vikuna, sum hann ger, tá Teistin siglir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520