Nógvar ákærur um Herlufsholm

Nógvar ákærur um Herlufsholm
Lívið aftan fyri flottu fasaduna á danska kostskúlanum hevur verið merkt av happing, harðskapi og kynsligum ágangi
Danski kostskúlin Herlufsholm
 
08.05.2022 - 18:41

Í áratíggjur hevur danski kostskúlin, Herlufsholm, verið kendur sum ein elituskúli fyri tað betra slagið, men lívið aftan fyri flottu fasaduna hevur verið merkt av happing, harðskapi og kynsligum ágangi.

Tað hevur ein dokumentar-sending í danska TV2 avdúkað, eftir at tosað hevur verið við millum annað einar hálvthundrað fyrrverandi næmingar á skúlanum.

Bæði danskir ráðharrar og kongshúsið eru illa við av tí, sum er komið fram, og ein avleiðing av sendingini er, at skúlastjórin hevur fingið sekkin.

Eisini fer skúlin nú at halda uppat at hava felags sovisalar, og somuleiðis er avgerð tikin um at strikað eina skipan, har teir eldru næmingarnir skuldu hava ábyrgd av teimum yngru.

Henda skipan hevði ofta við sær, at teir eldru næmingarnir frítt kundu fara so illa við teimum yngru, sum teimum lysti.

- Tað er eitt stig rætta vegin, at skúlaleiðslan tekur atfinningarnar í álvara, sigur Ane Lemche, sálarfrøðingur í danska Barnabata.

Kortini heldur hon, at enn er langt eftir á mál og at eitt stórarbeiði liggur fyri framman, tí ein gomul og skeiv happingarmentan skal broytast, sigur hon.


Óheft advokatkanning

Formaðurin í felagnum fyri privatu skúlarnar í Danmark, Karsten Suhr, sigur við Ritzau, at allir teir donsku kostskúlarnir áttu at verið kannaðir í kjalarvøllinum á sendingini í TV2.

- Kundi mentanin á øllum teimum donsku kostskúlunum verið kannað út í æsir, høvdu vit - um ikki annað - fingið beint fyri tí iva, ið mátti verið, um støðan er líka ring á øðrum skúlum, sigur hann.

Sjálvur hevur Herlufsholm Kostskúli sett eina óhefta advokatkanning í verk, sum gongur fýra ár aftur í tíðina, men tey atfinningarsomu halda, at kanningin eigur at ganga nógv longur aftur.

- Ágangur hevur verið framdur í mong ár og nógv meira enn tey fýra árini, skúlin vil hava kannað, sigur Charlotte Bromann Mølbæk, framsøgufólk í undirvísingarmálum hjá flokkinum SF.

Per Frederiksen frá danska Barnabata heldur, at fevnir kanningin ikki um eitt nógv longri tíðarskeið, fer hon heldur ikki at geva eina rættvísandi mynd av tí, sum er farið fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520