Íslendski forsetin hitti løgmann

Íslendski forsetin hitti løgmann
Guðni Th. Jóhannesson skal m.a. halda fyrilestur á Fróðskaparsetrinum
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Guðni Th. Jóhannesen, forseti í Íslandi, í Tinganesi í morgun.
Mynd: Løgmansskrivstovan  
 
10.05.2022 - 11:52

Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, var í morgun á vitjan í Tinganesi, har hann heilsaði upp á Bárð á Steig Nielsen, løgmann.

Løgmaður vísti á sterku vinarbondini millum Føroyar og Ísland. Íslendski forsetin segði seg vera sera fegnan um, at hansara fyrsta vitjan eftir koronafarsóttina var til Føroya. Hetta var prógv um sterka sambandið millum Føroyar og Ísland, segði hann.

Íslendski forsetin er í hesum døgum á arbeiðsvitjan í Føroyum, har hann m.a. skal halda almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum undir heitinum “Nationalism in Turbulent Times.

Guðni Th. Jóhannesson hevur verið forseti í Íslandi síðani 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. mars
Vikuskiftið 7. mars 2025
188837
Fríggjadag 7. mars
Morgunlestur fríggjadagur 7. mars 2025
188662
Hósdag 6. mars
RagnarRokk 6.mars 2025
187255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766