Minni farmur og postur um flogvøllin

Minni farmur og postur um flogvøllin
Komurnar og fráferðirnar vóru kortini tvær ferðir so nógvar sum í apríl í fjør
Ferðafólkatalið á flogvøllinum er vaksið, men minni verður flutt av farmi og posti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2022 - 08:30

Minni farmur og minni postur vóru við flogførunum, sum komu til Føroya og fóru úr Føroyum í apríl enn í mars.

Í apríl vóru 51,5 tons av farmi. Tonsini vóru 70,3 í mars.

Tølini eru tó nógv størri enn í fjør. Til 1.mai vóru tonsini av farmi 83 prosent fleiri enn í fjør.

 

Nógv minni postur

Posturin er nógv minni í ár. Hann var 14,5 tons í apríl og 17,6 tons í mars. Til 1.mai var posturin 21,4 prosent minni enn í fjør.

Komurnar og fráferðirnar hjá flogvøllinum í Vágum vóru 420 í apríl, sum eru dupult so nógvar sum í apríl í fjør. 

Og til 1.mai vóru fráferðirnar og komurnar góð 50 prosent fleiri enn til 1.mai í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444