Sri Lanka: Skjóta eftir mótmælisfólkum

Sri Lanka: Skjóta eftir mótmælisfólkum
Støðan í landinum er so ring, at Sri Lanka er at kalla farið á húsagang
Stríðsvognar koyra í gøtunum, og myndugleikarnir í Sri Lanka hava givið vápnaðu deildunum at skjóta eftir mótmælisfólki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.05.2022 - 09:27

Vápnaðu deildirnar í Sri Lanka hava fingið boð um at skjóta eftir mótmælisfólkum fyri at tryggja lóg og landaskil.

Tað upplýsir ein talsmaður fyri verjumálaráðið, skrivar Reuters.

Boðini koma eftir ógvuslig mótmælir seinastu tíðina, og sum í gjár høvdu við sær, at fólk lógu eftirá, og at fleiri hundrað vórðu særd.

 

Útgonguforboð

Mótmælini halda fram, hóast útigonguforboð er lýst í øllum landinum.

Herfólk í túsundatali hava í dag fingið boð um at fara til høvuðsstaðin, Colombo, at tryggja lóg og landaskil.

Støðan er ring í Sri Lanka, tí landið er mestsum farið á húsagang, og tørvur á bæði mati, olju og øðrum neyðsynjarvørum.

 

Mæla frá at fara til Sri Lanka

Støðan í Sri Lanka verður mett at vera so ring, at danska uttanríkisráðið ræður fólki frá at fara til landið, um ferðin ikki er alneyðug.

Undantaksstøða er lýst í høvuðsstaðnum, og hon er eisini galdandi fyri meginpartin av landinum, upplýsir danska uttanríkisráðið.

Í gjár legði forsætisráðharrin í landinum, Mahinda Rajapaksa, frá sær, men tað hevur ikki broytt framferðina hjá mótmælisfólkunum, sum hava gjørt stóran skaða á almennar bygningar.

Tað hevur fingið stjórnina at geva boð um at skjóta eftir mótmælisfólkum, sum gera seg inn á almennar ognir, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576