Prísurin fyri størri akfør lækkar niður í helvt

Prísurin fyri størri akfør lækkar niður í helvt
Prísurin í Vága- og Norðoyatunlinum hjá teimum, sum hava hald, lækkar úr 100 niður í 50 krónur
Gjaldið hjá størri akførum at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum lækkar niður í helvt 1. juni.
 
20.05.2022 - 14:33

Prísurin fyri bilar, tyngri enn 3.500 kg., lækka í bæði Vágatunlinum og Norðoyatunlinum 1. juni.

Tá fer prísurin fyri bilar, sum hava hald, úr 100 niður í 50 kr.

Fyri bilar, sum ikki hava hald, verður prísurin tann sami, 300 kr., fyri túrin.

Annars eru prísirnir í Vágatunlinum og Norðoyatunlunum óbroyttir.

Nevndirnar hava tikið avgerð um at lækka prísin fyri hesar bilarnar, tí 99 prosent av føroysk skrásettu akførunum hava hald, og tí eru flestu akførini, sum gjalda 300 kr., útlendskir bilar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096