Veðrið tarnar hvalaveiðu

Veðrið tarnar hvalaveiðu
Íslendsku hvalabátarnir hava skotið 15 nebbafiskar í ár
 
22.07.2026 - 08:53

Íslendsku hvalabátarnir hava skotið 15 nebbafiskar í ár.

Talið er frá fríggjadegnum.

Hetta er ikki nógv, og veðrið fær skyldina.

Skipini síggja ikki blásturin frá hvalunum, tí samdrigið hevur verið at kalla allan juli.

Kvotan er 150 nebbafiskar, 28 prosent færri enn í fjør.

Fyrsti nebbafiskurin í ár var skotin 23. juni.

Hanna Katrín Friðriksson, vinnumálaráðharri, ætlar at steðga hvalaveiðuni.

Men fyribils fær hon einki gjørt, tí undanmaður hennara, Bjarna Benediktsson, gav í 2024 partafelagnum Hvali loyvi til at skjóta nebbafisk í fimm ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329