120 skúlanæmingar á fyrstu Skúlaleikum

120 skúlanæmingar á fyrstu Skúlaleikum
Fyrsta undanstevnan í Skúlaleikum var í høllini á Hálsi og á Tórsbreyt í gjár. 120 næmingar úr 4. flokkum kappaðust
4. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt vann fyrstu undanstevnuna
Mynd: Skúlaleikir  
 
24.05.2022 - 12:45

120 næmingar kappaðust til fyrstu undanstevnuna í Skúlaleikum, sum var í høllini á Hálsi og á Tórsbreyt í gjár.

Næmingar møttu saman við ítróttalærarum sínum, og tey royndu seg í serligu flogbóltsgreinini - flogbørn - og í frælsum ítrótti.

Eisini hittu skúlabørnini ungar íðkarar í frælsum ítrótti og sloppu at síggja teirra venjingarumstøður.
Dagsins besta 'hepp' ella slagróp varð valt, flokkarnir fingu gávuposa við rørsluleikum, og tann flokkurin, sum hevði staðið seg best í kappingunum, varð funnin. Úrslitið var, at 4. flokkur úr Skúlanum við Løgmannabreyt var hin besti og skal umboða 'tey bláu' til landsstevnuna 10. juni.

Gott 1100 næmingar eru meldaðir til Skúlaleikir, og næstu dagarnar eru fleiri undanstevnur á skránni, millum annað í Klaksvík og í Vági.

 

 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655