Drap 19 børn í skúla í Texas

Drap 19 børn í skúla í Texas
Bara í ár hava verið 27 skottilburðir á amerikanskum skúlum, ella meira enn ein um vikuna
Skelkurin var stórur eftir skottilburðin í Texas í gjár. 19 børn og trý vaksin lótu lív.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.05.2022 - 09:07

So hendi tað aftur. 

Ein ungur maður skeyt frá hond í einum fólkaskúla í Texas í USA gjár. 

Í minsta lagi 19 børn og trý vaksin hava latið lív. Børnini gingu í 2, 3 og 4. flokki, sigur millum annað CNN í morgun. 

Brotsmaðurin, sum var 18 ár, er eisini deyður. Politiið skeyt hann.

Joe Biden, forseti, helt røðu eftir skottilburðin í gjár. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Krevur strangari vápnalóg

Sorgarleikurin hevur longu fingið amerikanska forsetan, Joe Biden, at krevja strangari vápnalóg. Tað gjørdi hann í einari røðu í nátt.

- Tað sigur seg sjálvt, at tá ið ein 18 ára gamal kann fara í ein handil at keypa tvær hernaðarligar byrsur, er okkurt heilt galið við okkara skipan, segði Joe Biden sambært Ritzau. 

 

39 skottilburðir í skúlum og háskúlum

Bara í ár hava 39 skottilburðir verið á fólkaskúlum,  studentaskúlum og lærdum háskúlum í USA, vísir eitt yvirlit hjá CNN. Tað er meira enn ein um vikuna. 

Guvernørurin í Texas, Greg Abbott, hevur annars erpað sær av fyrr í ár, at hann hevur fingið strikað so at siga allar lóggávur, sum forðaðu fyri, at fólk í Texas kunnu keypa vápn til egið brúk.

Við broyttu lóggávuni, kunnu øll yvir 21 ár, nú ganga við vápni uppi á sær í almenna rúminum, og øll, sum eru fylt 18, kunnu keypa vápn.

USA er tað landið í heiminum við flest vápnum. Mett verður, at 42 prosent av øllum heimsins vápnum eru í USA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567