Javnstøðan er á góðari leið hjá fólkaskúlanæmingum

Javnstøðan er á góðari leið hjá fólkaskúlanæmingum
Í kanningini hjá Løgtingsins umboðsmanni um næmingaráð er kynsbýtið javnt í 12 næmingaráðum
Løgtingsins Umboðsmaður hevur gjørt kanning av næmingaráðum í fólkaskúlum
 
30.05.2022 - 08:34

Løgtingsins umboðsmanni hevur kannað kynsbýtið í 12 næmingaráðum kring landið. 

Og niðurstøðan er, at javnstøðan er á góðari leið hjá fólkaskúlanæmingum.

Í níggju næmingaráðum var meirilutin dreingir, og í átta næmingaráðnum eru gentur í meiriluta.

Upplýsingar vóru ikki um kynsbýtið í fýra næmingaráðum.

41 skúlar eru við í kanningini.

 

Børn mugu læra fólkaræði

Í flestu skúlunum var eitt umboð úr hvørjum flokki, sum eru í næmingaráðunum, valt í næmingaráðið. 

Umboðsmaðurin heldur tað vera týdningarmikið, at børn so tíðliga sum møguligt læra um og eru við í fólkaræðisligum mannagongdum. 

Næmingaráðsvalini og arbeiðið í næmingaráðunum hava stóran týdning í hesum sambandi. 

 

Ein rødd

Endamálið er at geva næmingunum eina rødd, so áskoðan teirra verður borin fram á ein fólkaræðisligan hátt. 

Samansetingin í næmingaráðunum eigur tí at vera fjølbroytt.

Valdu umboðini eiga at vera í øllum aldri og javnsett í kyni, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

 

Øll kanningin kann lesa her. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379