Nú dugir "Microsoft translator" føroyskt

Nú dugir "Microsoft translator" føroyskt
Føroyskt er nú tøkt í týðingarskipanini Microsoft Translator, og nú ber til talgilt at týða onnur mál til føroyskt - bæði í skrift og talu
Nú ber til at týða onnur mál til føroyskt og øvugt í týðingarskipanini Microsoft Translator.
 
01.06.2022 - 10:35

Nú er føroyskt at finna í týðingarskipanini Microsoft Translator.

 

1530936

 

Fyri tveimum árum síðani var farið undir at týða 200.000 setningar, sum var minsta krav fyri at kunna koma upp í eina tílíka týðingarskipan, og í vár boðaði Microsoft frá, at tey vóru sinnað at taka føroyskt við í sína skipan. 

Hetta merkir, at tú kanst skriva ein føroyskan setning, sum síðan verður týddur til eitt annað mál - til dømis enskt, franskt, spanskt ella týskt. 

 

Microsoft_translater

 

Og tað ber eisini til at tosa við appina, sum síðan týðir tað, sum tú sigur, til føroyskt. 

- Enn ber ikki til at tosa føroyskt við appina, men tann parturin kemur, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, sum samskipar arbeiðið við at fóðra skipanina.

 

 

- Vit eru á allar, allarfyrsta byrjanarstigi, og tí er skipanin langt frá lýtaleys enn, sigur Jonhard Mikkelsen.

 

Microsoft Translator er tøk sum app til bæði android og iPhone, og tað ber eisini til at nýta skipanina á telduni, sum er her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444