Danmark og Ísland samstarva um eftirlit

Danmark og Ísland samstarva um eftirlit
Avtalan vísir, at norðurlond og lond í norðuratlantshavi taka felags ábyrgd, sigur danski verjumálaráðharrin
Mortan Bødskov, danskur verjumálaráðharri, og Thordis Kolbrún Reykfjörd Gylfadóttir, íslendskur verjumálaráðharri.
Mynd: Danska verjumálaráðið.  
 
08.06.2022 - 14:41

Danmark og Ísland fara nú at samstarva um eftirlit.

Danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, hevur í dag skrivað undir sáttmála við íslendska uttanríkisráðharran,  Thordis Kolbrún Reykfjörd Gylfadóttir, um at londini skulu býta um eftirlitsdátur.

Tað upplýsir danska verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

Avtalan hevur stóran týdning fyri eftirlitið við Arktis. 

Samstarvsavtalan vísir, sambært Morten Bødskov, at norðurlond og lond í norðuratlantshavi taka felags ábyrgd.

- Vit eru í einari heilt serstakari støðu, nú kríggj er í Evropa, og trygdin í Evropa er hótt. Eftirlitið við Arktis er ein týðandi partur av virkseminum hjá donsku verjuni, og avtalan styrkir okkara støðu, sigur Morten Bødskov.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065