- Tíðindi, mentan og ítróttur
COP31 byrjar í dag

Í dag byrjar COP31-veðurlagsráðstevnan í Antalya í Turkalandi.
Fleiri túsund politikarar, granskarar, fyritøkur og felagsskapir fara væntandi at luttaka.
Heimurin fer ikki at røkka málinum í París-avtaluni, um at upphitingin verður í mesta lagi 1,5 stig, sigur ST undan COP31.
Heimurin fer at vera í hvussu so er 1,7 ella 1,8 stig heitari, sigur ST í berøgnari frágreiðing í sambandi við ráðstevnuna.
Avleiðingarnar síggjast
Og longu nú síggjast avleingarnar av hesum við fleiri og verri hitabylgjum, turki, skógareldum og vatnflóðum.
Á veðurlagsstevnuni savnast heimins lond at samráðast um veðurlagið.
Kjakast verður millum annað um, hvussu útlát av vakstrarhúsgassi skulu minka, og hvussu lond skulu handfara avleiðinganar av veðurlagsbroytingum.
Á ráðstevnuni verður ljós varpað á varandi orku og elektrifisering, og at nýtslan av lívrunnum brennievnum eigur at minka.
Eisini verður tosað um nýtt alheims veðurlagsfíggingarmark, sum skal settast í verk við privatum og almennum peningi.
COP 31 byrjar í dag og endar 20. november.



























