Zelenskyj boðin á NATO-toppfund

Zelenskyj boðin á NATO-toppfund
Toppfundurin, sum verður í Madrid um 14 dagar, fer at samtykkja størri hjálparpakka til Ukraina.
Zelenskyj, forseti í Ukraina, er boðin á toppfund í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.06.2022 - 14:44

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er boðin við á NATO-toppfund í Madrid um tvær vikur.

Tað váttaði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, á tíðindafundi fyrrapartin.

- Ukrainski forsetin verður boðin við at hitta ríkis- og stjórnarleiðarar í NATO. Hann er vælkomin. Berst honum frá at koma, fer hann at tosa við teir á video-fundi, segði Stoltenberg.

Nato-toppfundurin fer at samtykkja størri stuðulspakka til Ukraina. Pakkin skal millum annað hjálpa Ukraina at fáa nýggja útgerð, sum er á NATO-stigi, segði Jens Stoltenberg á tíðindafundinum.

- Tað hevur týdning, at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Ukraina, hvat slag av vápnum, talan verður um, hvussu tey skulu fáast til Ukraina, um venjing at brúka útgerðina og at røkja hana, so at hon ger so góðan mun á hermótinum sum til ber, segði Stoltenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815