Evropeiskir leiðarar á veg til Kyiv at hitta Zelenskyj

Evropeiskir leiðarar á veg til Kyiv at hitta Zelenskyj
Ógreitt er, hvat fundurin við ukrainska forsetan fer at snúgva seg um, men Ukraina hevur ongan áhuga fyri friðaravtalu
Emmanuel Macron, Olaf Scholz og Mario Draghi í tokinum á veg til Kyiv, har teir skulu hitta Zelenskyj, forseta.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.06.2022 - 08:34

Fýra evropeiskir ríkis- og stjórnarleiðarar eru á veg til Kyiv at vitja ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Teir eru týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, franski forsetin, Emmanuel Macron, italski forsætisráðharrin, Mario Draghi, og rumenski forsetin, Klaus Iohannis.

- Hetta er ein sera umráðandi dagur hjá Zelenskyj og ein týðandi fundur, sigur Rasmus Tantholdt, tíðindamaður hjá donsku sjónvarpsstøðini TV2.

Nógv verður gitt,  men ikki er greitt, hvat fundurin fer at snúgva seg um.

 

Minsk-2

- Summi stúra fyri, at ES-leiðararnir vilja leggja trýst á Zelenskyj um at gera onkra friðaravtalu, men tað hava ukrainar ikki áhuga fyri. Týskland og Frakland spældu ein avgerandi leiklut í avtaluni um Minsk-2, sigur Rasmus Tantholdt.

USA, Russland, Ukraina, Frakland og Týskland gjørdu hesa avtaluna í 2015 fyri at fáa vápnahvíld í Donbas har eysturi í Ukraina, har landspartarnir Luhansk og Donetsk eru.

Avtalan er tó ongantíð endaliga sett í verk, og ukrainar stríðast nú av øllum alvi fyri at forða russarum at taka Donbas. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096