Samráðingarnar um svenskan og finskan NATO-limaskap halda fram

Samráðingarnar um svenskan og finskan NATO-limaskap halda fram
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, skipar fyri samráðingunum, sum vera í Brússel
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari.
 
20.06.2022 - 09:15

Samráðingarnar millum Svøríki, Finnland og Turkaland um svenskan og finskan limaskap í NATO, halda fram í dag, upplýsir finska kringvarpið, YLE.

Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, skipar fyri samráðingunum, sum vera í Brússel.

Endamálið við fundinum er at seta meiri ferð á svensku og finsku umsóknina um limaskap í NATO.

Turkaland hevur higartil sett seg upp ímóti,at Svøríki og Finnland fáa limaskap í NATO, og hevur sett fleiri krøv fyri at góðtaka umsóknirnar.

Turkaland krevur, at atlit vera tikin at trygdin hjá Turkalandi, tí turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoglu, sigur, at finskur og svenskur limaskapur í NATO hóttir Turkaland.

Turkiski forsetin, Erdogan, sigur, at Turkaland er ímóti svenskum limaskapi í NATO, tí Svøríki stuðlar vápnaðar kurdiskar bólkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946