Lufthansa avlýsir yvir 3000 flogferðir

Lufthansa avlýsir yvir 3000 flogferðir
Fleiri av starvsfólkunum hava fingið koronu, og tí stendur á at manna flogfør.
 
27.06.2022 - 16:58

Týska flogfelagið, Lufthansa, avlýsir 3.100 flogferðir í summar. Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.

Orsøkin til avlýsingarnar skal vera, at fleiri av starvsfólkunum hava fingið koronu, og tí stendur á at fáa mannað flogfør og røkt flúgvingina.

Lufthansa er eitt av størstu flogfeløgum í Europa. Felagið væntar ikki, at flogferðslan aftur verður sum vanligt fyrr enn næsta ár.

Hóast 3.100 avlýstar flogferðir ljóðar av nógvum, er tað bara eini fýra prosent av ætlaðu flogferðunum hjá Lufthansa í tíðarskeiðinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442