Svøríki og Finnland væntandi skjótt við í NATO

Svøríki og Finnland væntandi skjótt við í NATO
Turkiski forsetin hevur hálsað um, og týskvøldið boðaði hann frá, at hann góðtekur limaskipan hjá Svøríki og Finnlandi í verjusamgonguni.
 
29.06.2022 - 09:18

Svøríki og Finnland sleppa skjótt upp í NATO, eftir at turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, týskvøldið boðaði frá, at Turkaland góðtekur svenskan og finskan limaskap í verjusamgonguni.

Hann hevur higartil verið ímóti at londini fáa limaskap í NATO, tí sambært Erdogan stuðla kurdiskum yvirgangsfelagskapum.

Turkiski forsetin boðaði frá broyttu støðuni, eftir at hann týskvøldið hevði havt ein langan fund við svenska forsætisráðharran, Magdalenu Anderson, og finska forsetan, Sauli Ninistø, í spanska høvuðstaðnum, Madrid.

Aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, sum skipaði samráðingarnar ímillum partarnar, sigur, at londini eru samd um fleiri viðurskifti. 

Jens Stoltenberg boðaði samstundis frá, at Finnland og Svøríki í dag fáa í boði at gerast limir í NATO. Men sjálvar samráðingarnar um limaskapin byrja ikki fyrr enn øll 30 limalondini í NATO taka undir við svenska og finska limaskapinum.

Svenski forsætisráðharrin segði eftir fundin, at hon ikki nágreiniliga visti, hví Turkaland broytti støðu, men hon segði seg hava kunnað turkiska forsetan um yvirgangslógirnar í Svøríki, sum eru og vera nógv herdar.

Og so kunnaðu bæði norðurlondini um týdningin av teimum sum limalond í NATO, og at londini skulu samstarva við Turkaland á fleiri økjum, tá talan er um yvirgang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949