Stykki til 40 nýggjar búeindir

Stykki til 40 nýggjar búeindir
Runavíkar kommuna fer í næstum at seta til sølu tvey stór jarðarstykki á Skála og á Glyvrum, ið skulu brúkast til bústaðarbygging og kunnu hýsa tilsamans kanska 40 húskjum.
 
03.07.2022 - 17:47

Á Skála er talan um eitt knapt 11.000 fermetra stórt stykki, ið gongur frá sambýlinum á Skála til nýggju útstykkingina á Hórheygum, og har er pláss fyri 28-30 búeindum.

Og á Glyvrum er talan um eitt knappar 2.800 fermetra stórt stykki niðan fyri Sýnarvegin, ið hevur pláss fyri einum 12 búeindum.

- Áður hava Bústaðir sýnt stykkjunum áhuga, men tá ið so einki spurdist burturúr allíkavæl, hevur eitt samt býráð gjørt av at seta stykkini til sølu, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

- Vónin er so, at vit fáa selt onkrum tey, ið hevur hug at byggja íbúðir, tí eftirspurningurin er stórur. Treyt verður eisini løgd við, at byggingin skal vera farin í gongd innan eitt ávíst tíðarmark, sigur hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520