Oljulekin í Mykinesi verður kannaður

Oljulekin í Mykinesi verður kannaður
Politiið fer nú at gera avhoyringar í málinum um oljulekan og um ósamsvarið í fráboðanum um nøgdina av olju, sum rann á sjógv
Soleiðis sá út, eftir at oljan var farin á sjógv í Mykinesi
Mynd: Oda Vilhelmsdóttir Andreasen  
 
11.07.2022 - 14:11

Politiið kannar oljulekan, sum var í Mykinesi mikudagin.

Grønanes var í Mykinesi við olju til SEV, tá óhappið hendi. 

Í fyrstu fráboðanini, sum MRCC fekk, var sagt, at millum 40 og 48 litrar av gassolju vóru farnir á sjógv.

Men leygardagin upplýsti SEV fyri Sørvágs kommunu, at talan var um 10 ferðir so nógva olju – um 400 litrar.

Hóast óhappið hendi mikudagin, fingu MRCC og politiið ikki fráboðan um tað fyrr enn hósdagin seinnapart, tá sagt var, at koblingin á oljupumpuni var dottin av, og ein lítil nøgd av olju var farin á sjógv.

Politiið fer nú at gera avhoyringar í málinum um oljulekan og um ósamsvarið í fráboðanum um nøgdina av olju, sum rann á sjógv.

Tá politiið er liðugt við sínar kanningar, verður málið latið Umhvørvisstovuni, sum síðani ger av, hvat víðari hendir við málinum.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs Kommunu, segði við útvarpið leygardagin, at ókyrt hevði verið síðani oljulekan, og tí hevði ikki borið til hjá teimum at kanna skaðan av oljulekanum eftir fráboðanina hósdagin. Men leygardagin – tað er tríggjar dagar eftir óhappið – var onki at síggja til nakra olju ella dálkaðan fugl við Mykines, sum er RAMSAR-øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715