- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finst at kunningini hjá Atlantic Airways
- Tað er ov galið, at kunningin hjá Atlantic Airways ikki er betri, tá ið órógv kemur á flogferðsluna, sum nú, tá ið illveður er. Tað sigur Dánial Hoydal, sum mánadagin skuldi koma til Føroya úr Keypmannahavn, men sum mánakvøldið endaði í Íslandi.
Saman við hinum ferðafólkunum mátti hann liggja nátt í Íslandi, men frá Atlantic Airways kom eingin kunning um, nær ferðafólkini í Íslandi sluppu úr Íslandi aftur.
- Trupulleikin var, at tá vit fóru úr flogfarinum, fingu vit einki at vita. Vit vóru koyrd út í ein buss og koyrd til eitt hotel, men har vóru vit eisini slept upp á fjall. Tí eingin á hotellinum visti nakað, hvørki um mat, drekka ella nær, vit skuldu flúgva aftur.
- Vit fingu eitt SMS, um at eitt flogfar skuldi flúgva klokkan 8 í morgun, men á hotellinum var kunningin, at einans ein bussur skuldi koyra, og hann koyrdi fyrst klokkan 7.45. So har fór panikkur í øll, sigur Dánial Hoydal.
Strandaðu ferðafólkini í Íslandi royndu eisini at ringja til føroyska flogfelagið, men heldur ikki har fekst nøkur kunning, tí vónleyst var at sleppa ígjøgnum.
- Tað undrar meg, at tey ikki megna at loysa samskiftistrupulleikarnar. Mjørkið er einki nýtt fenomen í Føroyum. Seinkingar mugu og kunnu vit liva við, men kunningina eiga vit at fáa, segði Dánial Hoydal ein stutta løtu áðrenn, hann fór umborð á flogfarið til Føroya í morgun.
Harmast um støðuna
Stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi, sigur, at veðrið hevur darvað ferðsluna nógv seinastu dagarnar, og umleið 3.500 fólk eru ikki komin við ætlaðu fráferðini, tí 20 flogfør ikki eru komin ella farin til tíðina.
- Vit harmast almikið um støðuna. Vit hava stórar avbjóðingar, nú tá veðrið er so keðiligt, sigur Jóhanna á Bergi.
Tá órógv er á flogferðsluni, hongur kunningin til ferðafólkini saman við, hvørji flogfør eru tøk at flúgva. Tí fær flogfelagið ikki sent nærri kunning út til ferðafólkini, fyrr enn onnur flogfør eru lend.
- Áðrenn vit vita meira um, nær eitt flogfar kann heinta strandað ferðafólk, má flogfarið fyrst lenda. So tá flogfør ikki lenda, men heldur venda við aftur, henda aftur broytingar í kunningini, greiðir stjóran frá og leggur afturat, at flogfelagið harmast um støðuna hjá ferðafólkunum í Íslandi, sum kendu seg slept upp á fjall.
Atlantic Airways hevur samstarvsfelagar á ferðamálunum hjá flogfelagnum, og hesir skulu eitt nú traðka til og hjálpa, tá ferðafólk tørva gisting, mat og bussflutning.
- Tað er ein stjór avbjóðing hjá samstarvsfelagunum at finna bæði gisting og bussar, tí vit eru í háárstíð. Trýstið er stórt á allar skipanir í løtuni, sigur Jóhanna á Bergi.
Stjórin í Atlantic Airways veit ikki at siga, nær flogferðslan kemur í rætt lag aftur.