Føroyar spæla avgerðandi dyst móti Póllandi

Føroyar spæla avgerðandi dyst móti Póllandi
Á middegi spælir U20 manslandsliðið dyst móti Póllandi í EM-endaspælinum í Portugal. Vinnarin fær møguleika at spæla um pláss til HM-endaspælið næsta summar.
 
13.07.2022 - 11:12

Nú á middegi spælir føroyska mans-unglingalandsliðið í hondbólti móti Póllandi í EM-endaspælinum í Portugal.

Dysturin er avgerandi fyri, um Føroyar kunnu vinna seg millum liðini, ið vinna sær rættin at vera við í HM-endaspælinum fyri U-21 landslið næsta summar.

Føroyar vunnu í gjár 33-31 á Noregi í fyrsta dystinum í miðumfarinum í niðara flokkinum av teimum sekstan liðunum í Portugal. 

Vinna Føroyar á Póllandi, verður spælt um at enda einastaðni millum nummar níggju og tólv í endaligu røðini. Fremstu tíggju liðini sleppa við í HM-endaspælið fyri U-21 landsliðið næsta summar. Tapa vit, verður spælt um eitt endaligt úrslit í røðini millum nummar trettan og sekstan. Trettan tey fremstu sleppa við í EM-endaspælið fyri U-20 landslið næsta ár.

Føroyar hava vunnið tveir dystir og tapt tveir higartil í EM-endaspælinum. Føroyar vunnu í fyrsta dystinum í bólkaspælinum á Danmark, og á Noregi í gjár.

Elias á Skipagøtu var við aftur í gjár og átti stóran lut í føroyska sigrinum. Elias hevur havt trupulleikar við knænum, og hann fekk ikki spælt í dystunum móti Slovenia og Ungarn í bólkaspælinum.

Sjónvarpið vísir dystin millum Føroyar og Pólland í dag. Byrjað verður at senda klokkan 11:50, og okkara maður, Suni Merkistein, sigur frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337