Forsetin flýddur úr Sri Lanka

Forsetin flýddur úr Sri Lanka
Nógvur ófríður er í Sri Lanka, og nú er forsetin í Sri Lanka, Gotabaya Rajapaksa, flýddur úr landinum við flogfari til Maldivurnar.
Eftir at forsetin flýddi, hava fólk gjørt innrás í forsetahúsini.
Mynd: Adnan Abidi/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.07.2022 - 09:17

Forsetin í Sri Lanka, Gotabaya Rajapaksa, er flýddur úr landinum við flogfari og er farin til Maldivurnar. Tað skrivar AP.

Hann er, sambært keldum hjá AP, lendur í Maldivunum.

Ófriður hevur verið í Sri Lanka í fleiri vikur, og leygardagin gjørdist greitt, at forsetin og forsætisráðharrin leggja báðir frá sær. 

Forsetin hevur ikki verið alment at sæð og hevur heldur ikki tosað alment, síðani hann leygardagin boðaði frá, at hann tók avleiðingarnar av kravinum frá mótmælisfólkunum um, at hann skuldi leggja frá sær. 

Rajapaksa segði tá, at hann fór at leggja frá sær mikudagin, og tað er í dag. 

Keldur í Sri Lanka siga við AFP-tíðindastovuna, at forsetin er farin úr landinum. 

73 ára gamli forsetin, konan og lívverjin vóru við flogfarinum, sum í nátt fleyg úr altjóða flogvøllinum í Colombo, siga keldurnar.

Seinastu dagarnar hevur ljóðað, at Rajapaksa hevði ætlanir um at fara úr landinum, men at tað var ógreitt, hvar hann var.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938