Løntakaratalið sett met

Løntakaratalið sett met
Í juni í ár fingu 28.083 fólk her í landinum løn, og tað er met fyri ein einstakan mánað.
Mynd: Hagstova Føroya  
 
13.07.2022 - 16:36

Ongantíð fyrr hava so nógv fólk í Føroyum fingið løn, sum í juni í ár.

Í juni fingu 28.083 fólk her í landinum løn, og tað er met fyri ein einstakan mánað.

Størsti bólkurin av løntakarum eru fólk í almennum starvi, tey vóru 10.385 í juni.

Samanborið við juni í fjør, eru nú 550 fleiri løntakarar í Føroyum, svarandi til 2,0 prosent.

Hinvegin vóru tað til samanberingar 25.293 løntakarar í mars 2020, eftir at korona varð staðfest her.

Seinastu tvey árini hevur vøksturin í løntakarum verið avmarkaður, vísa nýggj tøl hjá Hagstovu Føroya.

Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama, sum undan koronufarsóttini, men nú tykist vøksturin vinda upp á seg.

Hetta er aðru ferð, at løntakaratalið í Føroyum er farið upp um 28.000. Seinast var í desember í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 6 MF MENN
192644