Reyði Krossur Føroya fyllir 100 ár

Reyði Krossur Føroya fyllir 100 ár
Leygarkvøldið 31. oktober sendir Kringvarpið beinleiðis frá hátíðarhaldi í sambandi við 100 ára dagin hjá Reyða Krossi Føroya
 
29.10.2026 - 13:05

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya verður leygarkvøldið klokkan 19. Á skránni eru tónleikur, samrøður og innsløg um tey 100 árini hjá Reyða Krossi og hjálpararbeiðið í Føroyum og kring heimin. 

Til innsavningina fáa vit millum annað innlit í summarleguna hjá Reyða Krossi, har børn og sjálvboðin eru saman um felagsskap og góðar upplivingar. Eisini verður varpað ljós á samarittarnar og teirra sjálvbodna arbeiði. Heilsanir úr ymiskum londum og søgur, millum annað úr Ukraina, eru eisini á skránni. 

(Mynd: eybii myndir) Málningurin, sum Edward Fuglø hevur málað serliga til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi, verður boðin út á Landsinnsavningini. 

Á kvøldinum verður ein uppboðssøla av einum málningi latin av Edwardi Fuglø. Edward hevur málað málningin serliga til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi, og talan er tí um eitt heilt serstakt verk. Allur ágóðin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi. 

Elin á Rógvi og Uni Holm Johannesen verða vertir. Sum nakað nýtt verða gestir í salinum undir beinleiðis sendingini, og fleiri enn 100 gestir verða við. 

Á tónleikaskránni eru Annika Hoydal, Tøgn, Ólavur Højgaard og Martin Joensen, Danny Baldursson, Guðrun Sólja og Sophilia. 

Endamálið við sendingini er at savna inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi, og at vísa, hvat felagsskapurin ger, og hví arbeiðið framvegis hevur týdning. 

Øll, sum keypa ein lutaseðil á heimasíðuni hjá Reyða Krossi Føroya, ella senda SMS-boð við “GEV” á 91 56 56, stuðla við 200 krónum og eru við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Mazda 6e-elbil. 

Fyritøkur, feløg, kommunur, stovnar og líknandi eru eisini hjartaliga vælkomin at stuðla Landsinnsavningini. Stuðulin kann skrásetast á heimasíðuni hjá Reyða Krossi Føroya. 

Landsinnsavningin sæst á heimasíðu Kringvarpsins frá klokkan 19. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674