Flyta minni til Russlands

Flyta minni til Russlands
Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovuni, er útflutningurin til Russlands minkaður niður í næstan einki.
 
15.07.2022 - 07:12

Útflutningurin til Russlands er minkaður niður í næstan einki sambært tølunum hjá Hagstovuni.

Í mai var útflutt fyri 13 milliónir krónur. Hetta er fyri tað mesta olja og annað til russisk skip.

Í januar var útflutt fyri 227 milliónir krónur. Í februar, tá innrásin var í Ukraina tann 24., var útflutningurin 105 milliónir krónur.

Og útflutningurin er bara minkaður hvønn mánað síðani tá.

Útflutt var til Russlands fyri slakar 450 milliónir krónur í mai í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891