- Tíðindi, mentan og ítróttur
Etiska ráðið: Fáa øll javnbjóðis heilsu- og umsorganartilboð?

Nýggja Etiska ráðið fer nú til verka, og tað fer millum annað at halda eyga við, um fólk kring alt landið fáa javnbjóðis heilsu- og umsorganartilboð.
Tað sigur Katrin Kallsberg, nýggj forkvinna í Etiska ráðnum. Hon leggur dent á, at ráðið ikki enn hevur havt stundir til saman at stinga út í kortið.
Sambært lógini um Etiska ráðið, skal tað í fyrsta lagi hugsavna seg um etiskar spurningar, ið knýta seg at heilsufakligum virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og í kommununum.
Men ráðið skal eisini fylgja við í, hvat rørir seg í samfelagnum, og av egnum ávum taka etiskar spurningar upp til viðgerar.
Forkvinnan vísir á, at nógvir avbjóðandi etiskir spurningar eru at taka støðu til í dagsins samfelag, og nevnir vitlíki og skíggjanýtslu sum dømi um evni, sum hon við vissu væntar fara at fylla nógv í almenna kjakinum, og tí eisini á dagsskránni hjá Etiska ráðnum.
Hoyr innslag í úvarpstíðindunum



























