Øskurestir av 8.000 líkum funnar norðan fyri Varsjava

Øskurestir av 8.000 líkum funnar norðan fyri Varsjava
Rannsóknarfólk í Póllandi hava funnið øskurestirnar av tí, tey halda eru 8.000 fólk.
Fangalegan Soldau verður umvæld. Tætt við eru øskurestirnar funnar av tí, tey halda eru 8.000 fólk
Mynd: Janek Skarzynski/AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.07.2022 - 15:06

Rannsóknarfólk í Póllandi hava funnið øskurestirnar av tí, tey halda eru 8.000 fólk.

Øskurestirnar vórðu funnar í einum skógi norðan fyri høvuðsstaðin, Varsjava, skrivar DR, ið endurgevur NBC News.

Talan er fyrst og fremst um póllendingar, ið sótu í fangaleguni Soldau, har týskir nasistar avrættaðu fólkini frá 1940 - 1944.

Týskarar royndu eftir drápini at fjala ræðuleikarnar við at brenna líkini, grava øskuna niður og síðani at planta trø.

Tað vóru fangar, ið gjørdu gravirnar, og teir vórðu síðani sjálvir avrættaðir og grivnir í økinum, sum nú er funnið norðan fyri pólska høvuðsstaðin.

Fólk hava leingi vitað um gravirnar, men tað er ikki fyrr enn nú, at komið er fram á øskurestirnar, og at tal kundi setast á tey deyðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520