Tórsfest avlýst í ár

Tórsfest avlýst í ár
"Tórshavnar Ítróttarráð hevur ikki orku at skipa fyri Tórsfest í ár, og tí er tónleikatiltakið avlýst," sigur Harald Joensen, formaður í Tórshavnar Ítróttarráði
John Martin frá bólkinum Swedish House Mafia er millum altjóða nøvnini, ið hava framført á Tórsfest, sum er avlýst í ár
Mynd: Tórsfest á Facebook  
 
20.07.2022 - 14:02

Seinastu tvey árini hevur Tórsfest-tónleikatiltakið verið avlýst orsakað av koronufarstóttini.

Men nú koronuavmarkingarnar er burtur, og øll tey vanligu tónleikatiltøkini aftur verða hildin, so sæst einki til Tórsfest. 

Orsøkin er, at Tórsfest-tónleikatiltakið er avlýst í ár. 

Tórshavnar Ítróttarráð hevur seinastu árini skipað fyri Tórsfest, og har er Harald Joensen formaður. Hann greiðir soleiðis frá orsøkina til avlýsingina av Tórsfest. 

torsfest

Harald Joensen, formaður í Tórshavnar Ítróttarráði, útilokar ikki, at skipað verður fyri Tórsfest aftur í framtíðini. 

 

Gamla Ólavsøkukonsertin

Tórsfest er gamla Ólavsøkukonsertin, sum fyrstu ferð bleiv fyriskipað út á Skansanum í 1986. 

Konsertin hevur verið hildin ymsastaðni í Havn, millum annað á Skansanum, á Skálatrøð, í Tórsgøtu og í nøkur ár í Kommunuskúlagarðinum. 

Tey fyrstu árini var tað Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, sum fyriskipaði árligu konsertina, ið var eitt startskot til ólavsøkuna. Konsertin lá í byrjanini 27. juli, beint áðrenn ólavsøku.

Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað Ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn.

Tórsfest-tónleikatiltakið hevur síðani eisini verið hildið síðsta leygarkvøld fyri ólavsøku.

  • 1986-87 á Skansanum
  • 1988-89 á Læraraskúlavøllinum á Frælsinum
  • 1990-91 við Kommandørhúsið úti við Strond (bleiv avlýst vegnað veður í 1991, og so flutt inn í Høllina á Hálsi dagin eftir.
  • 1992-93 við Pakkhúsið hjá Skipafelagnum á Eystaru bryggju
  • 1994-96 á Skálatrø
  • 1997-2007 í Kommunuskúlagarðinum
  • 2008-2010 í Mentanargøtuni, Tórsgøtu
  • 2011 á Skálatrø
  • 2012-13 í Mentanargøtuni, Tórsgøtu
  • 2014-19 á Vaglinum í Havn

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201