Grønur krani á Eystaru bryggju

Grønur krani á Eystaru bryggju
Flutningsfelagið, Faroe Ship, hevur keypt ein el-drivnan krana, ið skal brúkast til lossingina á Eystaru Bryggju, sum partur av einari umlegging til grøna orku
 
22.07.2022 - 15:11

"Hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini hjá okkum, at leggja um til grøna orku," Fróði Løksagarð, rakstrarleiðari hjá Faroe Ship.

Flutningsfelagið, Faroe Ship, tekur nú stig til at minka um útlátið, tí felagið hevur keypt ein el-drivnan krana, ið skal brúkast til lossingina á Eystaru Bryggju.

Nýggi, el-drivni kranin hjá felagnum er framleiddur í Íslandi, og hann lyftir 125 tons, sum er ávikavist 15 og 25 tons meira enn hiniar báðir kranarnir á bryggjuni.

Kranin er settur upp í vikuni, og tá ið hann er góðkendur, kann felagið byrja at brúka hann, og tað verður væntandi um vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342