Jonas Vingegaard vinnur Tour de France

Jonas Vingegaard vinnur Tour de France
Ársins Tour de France-vinnarin eitur Jonas Vingegaard úr Thy. Ein lítil og lítillátin meistari, sum í dag staðfesti, at hann er heimsins besti súkklari í løtuni
Ein kensluborin Jonas Vingegaard kemur á mál og kann nú næstan kalla seg Tour de France-vinnara
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
23.07.2022 - 18:26

Í morgin súkklar Tour de France-fylgið inn í París eftir at hava súkkla runt í Fraklandi, men eisini øðrum pørtum av Evropa, eitt nú Danmark, í tríggjar vikur. 

Og tá fylgið kemur til París, so verður tað við dananum Jonas Vingegaard úr liðnum Jumbo-Visma í gulu oddatroyggjuni, ið hann hevur verið í seinastu vikuna. 

Tað skal ganga okkurt út av lagið galið, um Jonas Vingegaard ikki eisini stendur ovast á skamlinum á Champs-Élysées í morgin.

Síðsti teinurin til París er meira at rokna sum ein framsýning av súkklarunum, ið hava klárað ómenniskjaliga harða túrin, enn ein kapping. 

Tour de France er avgjørt, og vinnarin er 25 ára gamli Jonas Vingegaard. 

 

Vingegaard flúgvandi

Síðsta avbjóðingin hjá Vingegaard var 40 km tíðarkoyringin í dag, og beinavegin sást, at Vingegaard var flúgvandi. 

Hann súkklaði skjótast fram til síðsta kilometurin, tá hann við vilja tók ferðina av súkkluni og lat liðfelagan og vinmannin, belgiska Wout van Aert, ið hjálpti Vingegaard so væl á Hautacam, vinna. 

Harvið endaði Vingegaard nummar tvey á teininum, men nakað frammanfyri sín argasta kappingarneytan, Tadej Pogacar úr Slovenia. 

Men tað var við at ganga heilt galið, tá Jonas Vingegaard, móti endanum á teininum, undirmetti eitt sving og var líka við at detta. 

 

Kensluborin sigur

Tárini fingu frítt at fara, tá Jonas Vingegaard koma á mál og kundi tveita seg í føvningin á unnustuni, Trine Marie Hansen, og lítlu dóttrini Fridu. 

"Hetta er ótrúligt og kann ikki lýsast í orðum," staðfesti Jonas Vingegaard, tá sigurin í Tour de France var ein sannroynd. 

Eisini Wout van Aert var sera kensluborin eftir sigurin á teininum og í Tour de France. 

"At vinna Tour de France sum eitt lið er nakað serligt. Vingegaard var jú flúgvandi inntil teir síðstu hundrað metrarnar. Hann lata meg vinna, og tað vísir, hvussu stórt hjarta, ið hann hevur, og hvussu sterkur liðandin hjá okkum er," staðfesti ein itt fullkomiliga útlúgvaður Wout van Aert, ið hevur vunnið tríggjar teinar í ársins Tour de France, og sjálvur var í gulu oddatroyggjuni fyrstu teinarnar. 

 

Friðarligur og róligur túrur til Paris

Nú er bara ein róligur túrur til Paris eftir, og tað einansta, ið tað snýr seg um hjá Jonas Vingegaard, er at vera sitandi á súkkluni, so hevur hann endaliga vunnið ársins Tour de France. 

Fylgið fer væntandi um málstrikuna klokkan 18:30 í annaðkvøld, og so kann Jonas Vingegaard lata seg heiðra. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749