Myllurnar í Flatnahaga mala í heyst

Myllurnar í Flatnahaga mala í heyst
Tær seks myllurnar vera settar upp nú, og tíðarætlanin sigur, at arbeiðið verður liðugt í oktober
Vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga hava malið í nøkur ár. Í heyst verða myllurnar í Flatnahaga tiknar í nýtslu.
 
25.07.2022 - 08:49

Tann 19. september er ætlanin at fyrsta myllan hjá partafelagnum Flatnahaga skal lata SEV orku.

Tær seks myllurnar vera nú settar upp. Tíðarætlanin sigur, at arbeiðið verður liðugt í oktober.

Tvey skip hava verið í Føroyum við myllunum, og eitt kemur aftrat eftir ólavssøku.

Myllurnar eru 119 metrar høgar.

Magn og Lív eiga partafelagið Flatnahaga. Lív eigur 60 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815