Amerikanarar hava dripið leiðaran í al-Qaeda

Amerikanarar hava dripið leiðaran í al-Qaeda
Joe Biden, forseti, sigur, at Ayman al-Zawahiri hevði ein týðandi leiklut, tá álopið á USA í 2001 var fyrireikað
Ayman al-Zawahiri, leiðari í al-Qaeda, sum USA nú hevur beint fyri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.08.2022 - 08:25

USA hevur beint fyri leiðaranum í al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri. Álopið var framt í afganska høvuðsstaðnum, Kabul, sunnunáttina okkara tíð.

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden í nátt.

Sambært Joe Biden fekk eingin í familjuni hjá Ayman al-Zawahiri skaða í álopinum, og eingi sivilfólk doyðu, skrivar danska kringvarpið.

Ein talsmaður fyri Taliban váttar fyri Reuters, at ein bústaður í Kabul var álopin um vikuskiftið.

 

Taliban fordømir

Taliban, sum hevur valdið í Afganistan, fordømir atsóknina og sigur hana vera brot á altjóða meginreglur.

Hinvegin sigur amerikanski forsetin, at USA hevur gjørt fólki eina stóra tænastu við at drepa mæta leiðaran í al-Qaeda.

Sambært Joe Biden, hevði Ayman al-Zawahiri ein týðandi leiklut, tá ið yvirgangsatsóknini 11. september í 2001 var fyrireikað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV