Minni ferðsla í Eysturoyartunlinum og Norðoyatunlinum

Minni ferðsla í Eysturoyartunlinum og Norðoyatunlinum
Fleiri koyrdu í Vágatunlinum í juli
3.887 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum í juli.
 
04.08.2022 - 10:14

Minni ferðsla var í Eysturoyartunlinum og Norðoyatunlinum í juli enn í juni.

Í Eysturoyartunlinum vóru akførini 5007. Tey vóru 5262 í juni.

Í Norðoyatunlinum vóru tey 3887 í juli.

Í juni vóru tey 360 fleiri, tey vóru 4247. Í juli í fjør vóru akførini 4114.

Vágatunnilin hevur størri tøl. Í juli vóru akførini 3344, tey vóru 3305 í juni, og 3127 í juli í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Breddin
191814
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. mai
Grønir fingrar (3:3)
191776
Týsdag 13. mai
Veðrið
191826
Týsdag 13. mai
KAKUMiKS (1:7) - teknmálstulkað
191815
Mánadag 12. mai
3-2 (12. mai 2025)
191790