Julian tók enn eitt met

Julian tók enn eitt met
Julian Gregersen hevði sett sær fyri at taka føroyska metið frá Alberti Marna Joensen, tá hann stillaði upp til start til DM í 10 kilometrum, og tað eydnaðist
Julian Gregersen eigur nú føroyska metið í 10 kilometrum á vegi
Mynd: Treysti  
 
12.04.2026 - 10:36

Framgongdin hjá Juliani Gregersen heldur fram. Í fjør tók langteinarennarin úr Treysti fleiri føroysk met - millum annað gamla maratonmetið hjá Absaloni Hansen - og leygardagin setti hann enn eitt, tá DM í 10 kilometra renning var í Aarhus.

Albert Marni Joensen hevur átt hetta metið síðan 1994, men við tíðini 30:42 eyndaðist tað klaksvíkinginum at bøta um yvir 30 ára gamla metið við 14 sekundum.

SÍ EISINI: Tók eitt met fyri og annað eftir

Nógvir sterkir rennarar vóru við, millum annað danska methaldarin á teininum Joel Ibler Lillesø, og Julian Gregersen endaði á 18. plássi. Neli Heldarskarð, Ragnar Rasmussen og Steffan Kunoy vóru eisini við í kappingini.

Við nýggja metinum eigur Julian Gregersen nú øll tey føroysku metini í renning á vegi uttan eitt. Bert tað í 15 kilometrum hjá Alberti Marna Joensen restar nú í, og sum gongdin hevur verið síðstu tvey árini, eru stór sannlíkindi fyri, at Julian Gregersen fer at eiga tað eisini, áðrenn árið er runnið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328